Bílegg

Veitsluhøllin 300 m²

Veitsluhøllin er á ovari hædd og er ljós og rúmlig við stórum vindeygum og sera góðum útsýni yvir býin. Pláss er fyri væl 340 gestum til borðs ella 600 standandi gestum til móttøkur. Til veitsluhøllina hoyrir hugnaliga forhøllin Vaglið og barrin, har ein kann hvíla seg, drekka kaffi í steðginum o.s.fr.
Veitsluhøllin kann eisini býtast sundur í trý fundarhøli: Hølini A, B & C

Hava tit spurningar til hølisleigu, eru tit vælkomin at senda ein teldupost til events@hotelforoyar.fo

Teknisk útgerð: Ljósvørpa, flip-over, tráðleyst net, breiðband, pallur, talarastólur.
Pennar og blokkar eru íroknað prísinum.

Fundarpakkar

Morgunfundir
  • Kaffi/te og lættur morgunmatur
  • Steðgur við kaffi/te og onkrum til góman
  • Tilkeyp: Miðmáli

Send ein teldupost til events@hotelforoyar.fo fyri kunning um kostnað o.a.

Seinnapartsfundir
  • Kaffi/te og okkurt til góman
  • Steðgur við kaffi/te og onkrum søtum
  • Tilkeyp: Miðmáli

Send ein teldupost til events@hotelforoyar.fo fyri kunning um kostnað o.a.

Kvøldarfundir
  • Kaffi/te og okkurt til góman
  • Nátturði við vatni og kaffi/te
  • Steðgur við kaffi/te og onkrum søtum

Send ein teldupost til events@hotelforoyar.fo fyri kunning um kostnað o.a.

Heildagsfundir
  • Kaffi/te og lættur morgunmatur
  • Steðgur við kaffi/te og onkrum til góman
  • Miðmáli við vatni og kaffi/te
  • Steðgur við kaffi/te og onkrum søtum
  • Tilkeyp: Nátturði

Send ein teldupost til events@hotelforoyar.fo fyri kunning um kostnað o.a.

Bílegg ráðstevnu ella fund

Send okkum ein teldupost við upplýsingum um ráðstevnuna ella fundin og vit svara sum skjótast. 

Send teldupost

Hvat ynskir tú at bíleggja?

Eg ynski at bíleggja
Keyp gávukort
EN
/
DK